Føroyska fótbóltslandsliðið lendi á middegi í dag í Rumenia. Tað hevur regnað í fleiri dagar og tað ávirkar fyrireikingarnar til landsdystin í annaðkvøld. Vøllurin er ikki í góðum standi og rumenar ynskja ikki, at føroyska liðið skal venja á vøllinum í kvøld.
Les eisini: Jóan Símun og Vejle passa væl saman
Nógva regnið ger, at vøllurin er í ringum standi og rumenar ynskja at tað ikki skal blíva verri. Fyri føroyska landsliðið, snýr tað seg um at sleppa at royna vøllin undan landsdystinum í morgin.
Landsliðið hevur fyrireikað seg í Farum í Danmark í nakrar dagar. Í morgun gekk leiðin til Bukarest, har landsliðið gistir. Dysturin verður spældur á Ilie Oana Stadion í Ploiesti, sum liggur áleið ein tíma frá Bukarest.
Í løtuni er skráin, at landsliðið venur á vøllinum í dag. Her verður væntandi ein greið ábending um hvør byrjar inni fyri teir tríggjar, Hall Hansson, Fróða Benjaminsen og Jónas Tór Næs, sum av ymiskum orsøkum ikki eru við.
Landsdysturin millum Rumenia og Føroyar verður í morgin klokkan 17.00.