Áheitan til løgtingið og uttanlandsnevndina

Í sambandi við, at løgtingið skal taka avgerð um fiskivinnusamstarvið við Russland, heitir Heimafriður á politiska myndugleikan um at taka atlit til heimafriðin og heilsuna hjá fólki. Um avgerðin verður, at russisku skipini skulu fáa avmarkaða atgongd til føroyskar havnir, við at miðsavna øll russisku skipini í eina havn, eru fleiri atlit at taka.

Heimafriður vil minna politiska myndugleikan á, at tað ikki bara snýr seg um image, pengar, uttanríkis-, vinnu- og trygdarpolitik, men, sanniliga um ein samfelagstrupulleika, beint uttanfyri stovuvindeygað hjá fleiri føroyingum, sum elvir til álvarsamar heilsutrupulleikar. 

 

Um vit avmarka atgongdina hjá russisku skipunum til eina havn, so savna vit samtundis amparnar á einum stað. Heimafriður stúrir fyri, hvønn hetta fer at raka og hvussu meint tað fer at raka?

 

Heimafriður hevur áður víst á innanhýsis kanning hjá felagnum, sum vísir, at 76 prosent av klagunum til felagið og føroyskar myndugleikar eru um ampar av russiskum skipum, umframt skipum, sum russisku skipini umskipa til við føroyskar havnir.

 

Hetta virksemið hevur seinastu árini verið størst í Runavík, Kollafirði og í Ánunum. Og tað er her, at flestu amparnir síggjast. Tað kemst av, at hesar havninirnar liggja tætt uppat bústaðarøkjum og landslagið er viðvirkandi til at økja um amparnar.  

 

Heimafriður vil gera vart við, at eingin havn í Føroyum, í verandi støðu, er egnað til slík luft- og ljóðdálkandi skip, sum flestu russisku skipini av royndum elva til. Haraftumframt manglar okkum lógarkarmar, sum verja borgarar, náttúru og umhvørvið undan hesum dálkandi virkseminum.

 

Men skuldi tað hent, at ein havn skal veljast tú til at taka ímóti hesum skipum, hevur Heimafriður fyrr víst á, at fæst klagur koma um russisku skipini, tá tey liggja í nýggja havnaøkinum hjá Tórshavnar havn. Orsøkin er einfald tann, at skipini tá liggja í einum “opnum landslagi” og nakað longri burtur frá búðstaðarøkjum. Hendan havnin er eisini tann havnin í Føroyum, sum hevur bestu møguleikar til at leggja skipini til landstreym.

 

Tí heitir Heimafriður enn einaferð á myndugleikarnar um at síggja til, at krøv verða sett til havnirnar, sum tryggja fólk og umhvørvi ímóti skaðiligum og dálkandi virksemi.