Í 2009 taldist senegalesiski áleyparin hjá B68, Ahmed Keita, millum bestu áleypararnar í føroysku deildini. Ahmed Keita fekk í 2010 ein álvarsaman knæskaða og er ongantíð veruliga komin fyri seg síðani skaðan.
Í fjør leikti Ahmed Keita við AB og í ár hevur Ahmed Keita verið partur av hópinum hjá Giza/Hoyvík.
Men nú ljóðar at vandamikli senegalesiski áleyparin, aftur verður partur av fremstu føroysku fótbóltsdeildini.
Keldur hjá Miðlahúsinum siga, at Ahmed Keita hevur vant við Skála og at Skála hevur ætlanir um at knýta senegalesiska áleyparan afturat hópinum til seinnu hálvu.
Ahmed Keita er 27 ár og hevur umboðað B68, AB og Giza/Hoyvík í Føroyum frammanundan.