Fyrrverandi finski forsetin Martti Ahtisaari fekk í dag ársins Nobel-friðarheiðursløn handaða á ráðhúsinum í Oslo Í takkarrøðuni segði Athisaari seg vóna, at tann komandi amerikanski forsetin, Barrack Obama, fer at raðfesta eina varandi loysn í Miðeystri frammarlaga.
-Vit kunnu ikki ár um ár látast, sum at vit gera nakað við støðuna í Miðeystri. Vit mugu fáa úrslit, og tað krevur eitt virkið samstarv millum USA, Russland og Evropa, segði tann 71 ára gamli fyrrverandi forsetin.
Martti Ahtisaari fekk Nobel-friðarheiðurslønina fyri sítt arbeiði fyri friði ymsastaðni kring heimin, har hann hevur virkað sum semingsmaður hjá ST.