Áhugabóklur fyrireikar lutaíbúðarbygging

Vit eru ein áhugabólkur, sum eina tíð hevur lagt seg eftir at fyrireika lutaíbúðabygging í og kring miðstaðarøkið. Áhugabólkurin ”Lutaíbúðir” er farin til verka á Facebook og hevur eftir stívari viku fingið 433 limir. Endamálið er at vísa á alstóra tørvin á íbúðum og at fara eftir at brúka lógina um lutaíbúðir soleiðis, at bygdar verða hóskandi íbúðir til tey fleiri hundrað, ið annars hava ikki møguleika at seta føtur undir egið borð.

 

Vit vita, at upp ímóti hálvtannað túsund fólk hava bráðfeingis tørv á ella ynski um at fáa hóskandi bústað, og tann tørvin strembar bólkurin ”Lutaíbúðir” eftir at gera til veruleika. Ein og hvør kann gerast limur við at fara inn á FB og tekna seg sum lim. Tað er ókeypis og óbindandi, men tá ið vit kenna tørvin betur, er ætlanin at stovna eitt ”Lutaíbúðafelag”, sum fer undir at fyrireika lutaíbúðabygging í miðstaðarøkinum.

 

Dentur verður lagdur á at byggja lutfalsliga ódýrar dygdaríbúðir í ymiskum støddum og við ymiskari innrætting, og sum eru orkusparandi og lættar og ódýrar at halda.

 

Tá ið tíðin er búgvin – vónandi innan ikki alt ov langa tíð – verður kallað inn til stovnandi aðalfund.

 

Vegna Áhugabólkin ”Lutaíbúðir”.

 

Hans J. Hermansen