At ein kvinna er manni sínum trúgv merkir ikki, at hon kann kenna seg vísa í at sleppa undan sjúkuni AIDS. Nógvar kvinnur, sum eru manninum trúgvar, fáa sjúkuna, tí maðurin annaðhvørt ein rúsevnismisnýtari ella hevur kynsligt samband við onkran annan.
-Eg var manni mínum trúgv, men tað hjálpti ikki, tí maðurin smittaði meg, segði kenyanska kvinnan Ludfine Anyango á altjóða AIDS-ráðstevnuni í Bangkok fyrradagin. Men hon er bert ein av mongum kvinnum, sum eru og verða meint raktar av AIDS.
Í einari frágreiðing hjá ST stendur, at altsamt fleiri og fleiri kvinnur fáa AIDS. Í 1985 vóru 35 prosent av teimum HIV-smittaðu kvinnur, men í dag eru kvinnurnar 48 prosent av teimum smittaðu. Harafturat vísir tað seg, at nógvastaðni eru tað serliga gentur og ungar kvinnur, sum verða smittaðar. Sambært ST eru 60 prosent av teimum HIV-smittaðu kvinnunum ímillum 15 og 24 ár.
Ringast stendur til í teimum afrikonsku londunum sunnan fyri Sahara-oyðimørkina. Har eru 57 prosent av teimum HIV-smittaðu kvinnur. Í einstøkum londum so sum Botswana og Swazilandi eru 40 prosent av teimum kvinnunum, sum eru við barn, smittaðar.
Aðrar avleiðingar
Á ráðstevnuni í Bangkok, sum endar í dag, hevur verið víst á, at AIDS hevur álvarssamar avleiðingar fyri nógvar kvinnur, sjálvt um tær ikki gerast sjúkar. Eitt nú varð nevnt, at nógvastaðni noyðast kvinnurnar at gevast við útbúgvingini, tí tær mugu fara heim at vera um pápan, bróðurin ella sonin, sum hevur fingið AIDS.
Teir politisku leiðararnir stóðu eisini fyri skotum. Fleiri vístu á, at politikararnir hava vent tað deyva oyrað til, og at teir als ikki hava skilt, hvussu vandamikið tað er, at so nógvar kvinnur verða HIV-smittaðar.
-So leingi kvinnurnar eru hóttar, og so leingi tann trupulleikin ikki verður tikin í størri álvara henda eingi framstig í bardaganum ímóti AIDS, segði leiðarin í ST-stovninum UNAIDS, Peter Piot.
Vanlukka
ST-frágreiðingin ávarar um, at tey bæði fólkaríkastu londini í heiminum, Kina og India, mugu taka sær um reiggj. Eisini har eru nógvar kvinnur HIV-smittaðar, og heldur gongdin fram, kann AIDS gerast ein sonn vanlukka í teimum báðum londunum, sigur ST.
Fyri fáum árum síðani varð hildið, at tey norðuramerikonsku londini høvdu fingið tamarhald á AIDS-sjúkuni, men tølini hjá ST vísa nú, at í veruleikanum eru tilburðirnir øktir lutfalsliga meiri har enn nakra aðrastaðni í heiminum.