TAKS er veruliga farið í herferð móti teimum, sum leiga bústaðir út gjøgnum AirBnB. Í gjár kunngjørdi TAKS, at av teimum 551 føroyingunum, sum TAKS hevur leitað sær fram til leiga út gjøgnum AirBNB, rindar okkurt um helvtin ikki skatt yvirhøvur.
Og í dag boðar TAKS frá, at av tí helvtini, sum rindar skatt, eru fleiri, sum draga ov nógvar útreiðslur frá, tá ið tey geva leiguna upp til skattingar. Ofta verða upp í 55% av inntøkuni drigin frá, og tað er vanliga alt ov nógv. Tá ið fólk draga ov nógv frá, rinda tey ov lítlan skatt, sigur TAKS.
TAKS sigur, at hjá mongum er talan um nýggja inntøkukeldu, og vantandi kunning um, hvussu hon skal gevast upp til skattingar, er helst ein av orsøkunum til, at fólk gera mistøk.
Tað er í flestu førum rættiliga avmarkað, hvat ið kann dragast frá, tá ið leigað verður út gjøgnum Airbnb, boðar TAKS frá. Metast skal altíð um í hvørjum einstøkum føri, men eitt rímiligt boð liggur um 10-15% av leiguinntøkuni og ikki um tey 55%, sum nógv tykjast halda. Ein høvuðsregla í hesum sambandi er, at bert útreiðslur í sambandi við nýtslu og slit geva rætt til frádrátt. Til ber t.d. ikki at seta eini hús í stand til útleigu og at draga ístandsetingina frá, tí tá er talan um nýgerð og ikki um nýtslu ella slit, sambært TAKS.
Eftirlitið hjá TAKS vísir, at tørvur er á at upplýsa útleigarar um, hvussu inntøka av Airbnb skal gevast upp, og hvat kann dragast frá. Tí hevur TAKS arbeitt við at gera kunningina um Airbnb-útleigu greiðari, samstundis sum ljós verður varpað á tær skattligu avbjóðingar, sum vaksandi vinnan hevur við sær. Við árslok í 2018 vóru 551 føroyskir bústaðir skrásettir hjá Airbnb.