Airbus 320, sum er heimsins mest brúkta ferðamannaflogfar, hevur trupulleikar við elektrisku skipanini Danska blaðið Ingeniøren skrivar, at streymveitingin í stýrihúsinum á Airbus-flogførunum hevur svikið 37 ferðir.
Talan er um elskipanina til tey elektronisku tólini í stýrihúsinum og tólini, sum skulu ávara flogskipararnar, um vandi er fyri samsnstoyti við annað flogfar.
Ingeniøren skrivar, at í januar hevði eitt flogfar hjá amerikanska felagnum United Airlines trupulleikar við streymveitingini, soleiðis at flogskipararnir noyddust at venda aftur.