Airbusflogfarið klárt millum jóla og nýggárs

Airbus flogfarið hjá Atlantic Airways væntast aftur í rakstur millum jóla og nýggjárs, so bráðfeingis tillagingini av jólaferðsluni stendur við. Hetta merkir, at jólagestirnir koma heim við British Aerospace flogførunum, meðan Airbus flogfarið í stóran mun fer at flyta gestirnar av aftur landinum aftaná nýggjár.

Síðani Airbus flogfarið varð sett og hetta fram til jóla, hevur Atlantic Airways laga til eina bráðfeingis ferðaætlan við British Aerospace flogførunum, ið taka munandi færri gestir enn størra Airbus flogfarið. Fyri at fáa kabalina at ganga upp, hevur felagið sett inn 11 fráferðir fleiri enn upprunaliga ætlað. Bráðfeingis ferðaætlanin hevur havt við sær broytingar í fráferðum hjá summum gestum, og felagið hevur í tann mun tað hevur borið til sett seg í samband við ferðafólkini, sum hava fingið broyttar fráferðir. Á heimasíðuni hjá Atlantic Airways ber eisini til at staðfesta, um tín ferðing er broytt undir slóðini »kanna tína fráferð«.

Airbus flogfarið verður flogið til eina verksmiðju á fastlandinum, har skaðin verður umvældur.