Stívliga fjórðingurin av innflutninginum fyrstu fýra mánaðirnar var skip og flogfør, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.
Nýggja flogfarið hjá Atlantic Aorways og tey skip, sum eru komin til landið fyrstu fýra mánaðirnir í ár, fylla nógv í innflutningshagtølunum hetta tíðarskeiðið. Tey eru 28 prosent av samlaða innflutninginum higartil í ár.
Vøksturin í innflutninginum fyrstu fýra mánaðirnir í ár í mun til í fjør var 705 mió. krónur. Av hesum eiga skip og flogfør 566 mió. kr., svarandi til 80 prosent.
Við undantaki av skipum og flogførum, er innflutningurin vaksin 10 prosent í ár.
Innflutningurin vaksin
Vit hava innflutt áleið somu nøgd av brennievni í ár, men av tí at prísurin hevur verið væl hægri, er innflutningsvirðið 39 mió. kr. ella 12 prosent hægri.
Innflutningurin er vaksin í næstan øllum vørubólkunum, uttan í tí stóra bólkinum til húsarhaldsnýtslu, har tað merkisvert er ein minking á 1 prosent. Haraftrat er stór minking í innflutninginum av rávøru til fiskavirking, har tað er innflutningurin av ídnaðarfiski, sum er nógv minkaður.
Størsti lutfalsligi vøksturin er av akførum, har vit hava innflutt fyri næstan triðingin meir enn í fjør. Eisini innflutningurin av tilfari til annan ídnað er vaksin nógv, ein fjórðingur meir enn í fjør.
Byggivinnan innflutti fyri áleið tað sama sum í fjør.