Ajax er úti

Hollendska stórfelagið kemur ikki í bólkaspælið av Champions League í ár

Fleiri dystir hava í kvøld verið á skránni í undankappingini til Champions League. Millum annað spældu donsku meistararnir úr FC Midtjylland á útivølli á Kypros, meðan Ajax á heimavølli spældi móti Rapid Wien.

 

Og felags fyri bæði FC Midtjylland og Ajax er, at tey eru úti av Champions League kappingini. Hóast FC Midtjylland í kvøld vann 1-0 á útivølli móti Apoel Nicosia, so var talan tó um ov lítlan sigur, tí Apoel vann nevniliga 2-1 í fyrra dystinum, sum varð leiktur í Danmark fyri viku síðani.

 

Ajax spældi sín dyst á heimavølli móti Rapid Wien, eftir at liðini í fyrru uppgerðini høvdu spælt 2-2 javnleik í Eysturríki.

Og tað var útiliðið, Rapid Wien, sum í kvøld dró longra stráðið.

Rapid Wien vann dystin 3-2.

 

Úrslitini í kvøld hava við sær at Apoel Nicosia, Dinamo Zagreb, Rapid Wien og Monaco øll eru klár til seinasta undankappingarumfari av Champions League.