Ajax sendi Tottenham í gólvið

Champions League: Ajax heldur fram at taka øll á bóli

Í gjár var fyrra hálvfinalan í Champions League millum Tottenham og Ajax. Gestirnir úr Hollandi vunnu 1-0 á nýggja leikvøllinum hjá Tottenham. Málið skoraði Donny Van de Beek í fyrra hálvleiki.

Veddingarfyritøkurnar høvdu annars heimliðið sum favoritt, men fyri triðju ferð í hesi Champions League kappingini hevur Ajax tikið øll á bóli á útivølli. Liðið hevur frammanundan vunnið á útivølli móti Real Madrid, Juventus og nú Tootenham.

##med2## 

Ajax kom á odda longu aftaná 15 minuttir, tá Donny Van de Beek bleiv spældur púra leysur í brotsteiginum og skoraði. Ajax spældi avbera væl í fyrra hálvleiki, meðan Tottenham fyri tað mesta hótti upp á deyðbóltar.

Mest umtalaða støðan í dystinum var, tá fyrrverandi miðverjin hjá Ajax, Jan Vertonghen, fekk ein ordans stoyd í høvdið. Hann helt fram at spæla, men mátti stutt seinni av vøllinum. Í dag skriva fleiri miðlar, at støðan má ikki endurtaka seg, har eitt lið sendir ein spælara aftur á vøllin, tá hann møguliga hevur fingið heilaskjálvta.

##med3##

Ajax hevur nú góð kort á hondini undan returdystinum, sum verður í Amsterdam 8. mai. Í kvøld spæla FC Barcelona og Liverpool í fyrra hálvfinaluni.

Champions League hálvfinala:

Tottenham – Ajax 0-1 (0-0)

0-1 Donny Van de Beek, 15