Partrolararnir, Gadus og Næraberg, og Finnur Fríði og Vesturvón, hava í gjár verið í rættinum, ákærdir fyri ólógligan fiskiskap.
Hendingin fór fram 5. til 7. juli 2011, tá báðir partrolararnir fiskaðu á stongdum øki í kassa D. Báðir partrolararnir fiskaðu við flótitroli eftir makreli.
Her legði verjin seg á tað tekniska í lógartekstinum, og førdi fram, at heiti trol umfataði ikki øll sløg av troli.
Somuleiðis hevði verjin sum vitni hjá sær innkallað Hjalta í Jákupsstovu, Jógvan Ingvard Olsen og Olaf Olsen, tveir teir seinast nevndu eru jú fyrrverandi løgtingsmenn.
Ákæruvaldið hevði kallað inn skiparan á Brimli og Stjóran á Vørn, Elmar Højgaard.
Eitt annað átrokandi mál var, um hald skuldi leggjast á alla veiðuna. Tað eina parið hevði fiskað ein part inni í kassa D og ein part uttan fyri, og tí var spurningurin reistur, um hald skuldi leggjast á alla veiðuna.
Triði tvisturin var, um ákæruvaldið kundi leggja hald á allan fiskireiðskap, eisini tann, ið ikki var nýttur á túrinum.
Tað skal dómarin so taka støðu til, og hann tekur sær eina viku at umhugsa støðuna.