Ákærdur fyri at royna at drepa tveir politistar

Ein maður er nú í Føroya Rætt og ákærurnar ímóti honum eru álvarsligar

Í morgun er ein maður førdur fyri Føroya rætt har hann er ákærdur fyri álvarslig lógarbrot. Hann varð handtikin í sambandi við ein skottilburð í Miðvági beint fyri jól í 2019. Tað var tíðliga mánakvøldið 9. desember í 2019, at ringt varð til løgregluna at boða frá, at ein maður hótti við at taka seg av døgum. Maðurin hevði víðgyrt seg í einum húsum. Hann var vápnaður við høglbyrsu og hótti við at skjóta, vóru boðini til løgregluna.

 

Løgreglan kom á staðið har tey royndu at tosa mannin til sættis. Men tað eydnaðist ikki og tíansheldur kom tað til skotbardaga ímillum mannin og løgreglufólkini beint fyri klokkan 23.

 

Løgreglan sigur, at maðurin læt fleiri skot av ímóti teimum. Úrslitið varð, at tveir politistar vórðu raktir av høglum, men løgreglan svaraði aftur við skotum og tey raktu eisini mannin. Maðurin fekk lívbjargandi fyrstuhjálp á staðnum og varð síðani fluttur á sjúkrahúsið til viðgerðar og síðani hevur hann sitið í varðhaldi.

 

Føroya Rættur hevur sett alla hesa vikuna av til at viðgera málið í og tað er eisini eitt rættiliga umfatandi mál. Í fyrsta lagi er hann ákærdur fyri drápsroynd ímóti tveimum politistum. Í tí eina førinum varð ein politistur raktur í andlitið av høglum, ella splintrum av høglum, umframt at minst 25 høgl raktu hjálmin hann var í.

 

Í hinum førum varð hjálmurin, politisturin var í, raktur av fleiri høglum. Somuleiðis er maðurin ákærdur fyri at sett tríggjar aðrar politistar í álvarsligan vanda við at lata skot av tann vegin teir stóðu.

 

Fær ákæruvaldið ikki viðhald í at talan er um drápsroynd, vil ákæruvaldi í øðrum lagi hava mannin dømdan fyri grovan og álvarsligan harðskap, ella harðskap, ímóti politistum í arbeiði.

 

Og í linasta føri er hann ákærdur fyri at hava latið skot av upp á ein máta, sum var til vanda fyri politistarnar, ella sum var hóttandi ella ræðandi fyri teir. Hann er eisini ákærdur fyri at hava latið skot av upp á ein máta, sum var til vanda fyri fólk, sum vóru nærhendis, eisini grannarnr, ella sum var hóttandi, ella ræðandi fyri teir.

 

Undir nøkrum av ákærupunktunum stendur, at hann var ávirkaður av rúsdrekka og rúsevnum.

 

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava tvær høglbyrsur, og minst 174 patrónir í varðveitslu, uttan at hava vápnaloyvi.  Ákæruvaldið vil eisini hava rættin at geva teimum viðhald í at leggja hald á báðar høglbyrsurnar, umframt á patrónurnar, og á høgl til luftbyrsu, og ymiskt leysakrút.

 

Sambært Kvf játtar maðurin seg sekan í at hava byrsur og høgl, men restina minnist hann ikki, og sostatt kann hann ikki taka støðu til um hann er sekur, ella ikki.