Ákæri um unnustu hjá Epstein: Hon valdi gentur til misnýtslu

Rættarmálið ímóti Ghislaine Maxwell, sum er ákærd fyri at útvega og misnýta ungar gentur, byrjaði í gjár.

 

Ghislaine Maxwell rættarmál í New York - Foto: Jane Rosenberg/Reuters

Ghislaine Maxwell valdi út, villleiddi tær og lat tær síðani til at verða misnýttar kynsliga. Soleiðis ljóðar ákæran í rættinum í New York.

Rættarmálið ímóti 59 ára gomlu bretsku fínu frúuni byrjaði við vali av 12 nevningum og innleiðandi viðmerkingum.

– Hon gagnnýtti ungar gentur, villleiddi tær og lat tær til at verða kynsliga misnyttar, sigur ákærin Lara Pomerantz.

Maxwell er dóttir og arvingur hjá tí ríka fjølmiðlakonginum Robert Maxwell.

Hon er eisini fyrrverandi unnusta hjá Jeffrey Epstein – ein gøluraktur fíggjarmaður, sum í august í 2019 doyði fyri egnari hond í einum fongsulskliva á Man hattan.

Epstein var tá skuldsettur fyri mannahandil og kynsligan ágang ímóti kvinnum og gentum, har nakrar vóru undir lógaraldur.

Maxwell er ákærd fyri at hava verið við til at velja út og misnýta fýra gentur undir lógaraldur í árini 1994 til 2004. Tvær teirra vóru 14 og 15 ára gamlar, tá misnýtlsan eftir øllum at døma byrjaði.

Ríkisárkærin heldur millum annað uppá, at Maxwell varð vinkona hjá ungu gentunum og tók tær við sær á innkeypstúrarar og í biograf, áðrenn hon lokkaði tær at geva Epstein nakinmassasju og kynsligar veitingar fyri pengar.

Eftir øllum at døma luttók hon sjálv í hesum eisini.

– Nakrar ferðir var hon sjálv í rúminum og luttók í massasjuni, og viðhvørt rørdi hon eisini við kroppin hjá gentunum. Og sjálvt tá hon ikki var í rúminum, so takið ikki feil: Hon visti, nágreiniliga, hvat Epstein hevði hugsað sær at gjørt við børnini, tá hon sendi tey inn til hansara í massasjurúmið, sigur ákærin.

Verður tann 59 ára gamla Maxwell dømd seg, stendur hon til at fáa 80 ára fongsul.

Eisini verjin hjá Maxwell, Bobbi Sternheim, legði fram sínar innleiðandi viðmerkingar á fundinum í gjár.

Hon heldur, at Maxwell verður brúkt sum syndabukkur fyri gerðirnar hjá Epstein.

– Hesar ákærur ímóti Ghislaine Maxwell eru fyri gerðir, sum Jeffrey Epstein gjørdi. Men hon er ikki Jeffrey Epstein, sigur verjuadvokaturin.

/ritzau/Reuters

 

 

 

Ghislaine Maxwell rættarmál í New York - Foto: Jane Rosenberg/Reuters