Áki fer ongan veg

Áki Egilsnes skiftir ikki til íslendskan hondbólt. Hann verður verandi í VÍF.

19 ára gamli høgri bakkurin hjá VÍF, Áki Egilsnes, hevur seinastu tíðina verið settur í samband við íslendska felagið ÍBV, har hann eisini hevur verið og royndarvant. Áki hevur nú tikið avgerð um, at hann ongan veg fer á hesum sinni, og at hann tískil heldur fram í VÍF restina av kappingarárinum.


Les eisini: Áki hevur ikki skrivað undir


ÍBV hevur bjóðað Áka ein tvey og eitt hálvt ára sáttmála sum fulltíðar hondbóltsspælari, men hóast hetta ljóðaði áhugavert, so vísti tað seg tá ið til stykkis kom, at hann hóast alt ikki kundi fáa alt, sum varð lovað í uppskotinum um sáttmála.


Eitt, sum eisini talaði ímóti, var, at Áki einans hevur eitt hálvt ár eftir av skúlagongdini í Føroyum, og at hann ynskir at gera hana lidna fyrst.


- Harafturat eri eg heldur ikki í toppformi beint nú, og eg vil fegin betra um tað áðrenn eg taki av øðrum tilboðum uttanlands. Tí verið eg verandi VÍF-ari í øllum førum hetta kappingarárið, sigur Áki Egilsnes við heimasíðuna hjá VÍF.