Áki og Aue vunnu týdningarmiklan dyst í botnstríðnum

EHV er aftast í 2. bundesligu, men tað er stutt upp til fjórðaftasta liðið

Áki Egilsnes legði upp til tvey mál og gjørdi sítt í verjupartinum tá lið hansara, EHV Aue vann ein sera týdningarmiklan heimasigur í næstbestu týsku hondbóltsdeildini.

 

Aue vann 26-23 á Lübeck-Scwhartau. Í steðginum var Aue á odda 15-11.

 

Aue er aftast í 2. bundesligu við 19 stigum. Tó eru bert tvey stig upp til Grosswaldstadt, ið hevur 21 stig á fjórðaftasta plássinum.

 

Trý tey niðastu liðini flyta niður aftaná lokið kappingarár.

 

Komandi leygarkvøld spælir Aue á útivølli móti Eisenach.