Hetta eru harðir dagar hjá Áka Egilsnes og liðfeløgunum í EHV Aue í aðru bundesligu í Týsklandi.
Ígjár vóru Áki og liðfelagarnir og spældi útidyst móti Elbflorenz.
Enn einaferð var EHV Aue fyri einum teprum tapi, hesaferð 27-30. Í steðginum var Elbflorenz á odda 16-15.
EHV Aue er næstaftast í deildini við 15 stigum fyri 25 dystir. Tvey stig eru upp til fjórðaftasta plássið, ið gevur eitt nýtt kappingarár í aðru bundesligu. Trý tey niðastu liðini flyta niður í triðbestu deildina.
26. mars spælir EHV Aue á heimavølli móti Bietigheim.