Áki og EHV Aue møta Landin og Sagosen í steypakappingini

Áki Egilsnes og liðfelagarnir í EHV Aue skulu takast við meistararnar, THW Kiel í týsku steypakappingini

Komandi leygardag byrjar kappingin í 2. bundesliga í hondbólti í Týsklandi.

 

Tann dagin taka Áki Egilsnes og liðfelagarnir í EHV Aue móti Essen á heimavølli.

 

Í EHV Aue stórfegnast tey um, at tey á heimavølli í øðrum umfarinum í steypakappingini hava trekt verandi meistarar, stórliðið, THW Kiel.

 

THW Kiel hevur verið týskur meistari heilar 22 ferðir. 

 

Danski málverjin, Niklas Landin er málverji hjá THW Kiel. Millum aðrar leikarar hjá THW Kiel kunnu nevnast norski Sander Sagosen og svenski Niclas Ekberg.

 

Dysturin millum EHV Aue og THW Kiel í øðrum umfarinum í steypakappingini verður spældur 5. ella 6. oktober.