Áki skoraði fimm mál í javnleiki hjá KA á útivølli

Føroyingaliðið á Akureyri megnaði javnleik 27-27 á útivølli móti Afturelding í dag

 

 

Tað ríður um snarið hjá Áka Egilsnes, Allani Norðberg og Nicholas Satchwell og hinum í KA at vinna seg millum átta tey ovastu liðini í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Átta tey fremstu liðini vinna seg í endaspælið. 

 

Júst nú er KA tvey stig røttumegin í stríðnum at enda millum átta tey ovastu liðini.

 

Áki Egilsnes skoraði fimm mál, og Nicholas Satchwell hevði sjey bjargingar, harímillum eitt bjargað brotskast tá KA á útivølli spældi javnleik 27-27 móti Afturelding. Í steðginum var Afturelding á odda 17-14. Sambært Morgunblaðnum høvdu bæði liðini stórar møguleikar, ið tey misnýttu móti dystarenda.

 

Sunnudagin tekur KA móti ÍBV á heimavølli á Akureyri. Sama dag spælir hitt føroyingaliðið, Fram á útivølli móti Selfoss. Liðið hjá Vilhelmi Poulsen og Rógva Dal-Christiansen er tvey stig frá plássinum sum gevur rætt til at kappast í endaspælinum. 

 

Støðan: 

 

Haukar    19 dystir   562:456    33 stig

FH    18    535:492    26

ÍBV    19    559:531    23

Valur    19    552:509    23

Selfoss    19    494:476    22

Stjarnan    19    545:524    21

Afturelding    19    504:514    20

KA    18  dystir  482:465    20 stig

 

-------------------------------------

Fram    19 dystir   500:493    18 stig

Grótta    19    486:515    12

Þór Ak.    19    425:528    8

ÍR    19    443:584    0