Áki skoraði tvey mál í teprum tapi á heimavølli

Tað fekk akkurát ikki hjá EHV Aue at fáa stig í kvøld

Áki Egilsnes skoraði tvey mál fyri EHV Aue í kvøld sum í næstbestu týsku hondbóltsdeildini tapti tepurt á heimavølli 22-23 fyri Nordhorn-Lingen. Í steðginum var Nordhorn-Lingen á odda 12-9.

 

Tá fýra minuttir vóru eftir var útiliðið á odda 22-19. Ein minutt seinni hevði EHV Aue minkað til 22-21. Nordhorn-Lingen kom á odda aftur 23-21, og tá 43 sekund vóru eftir minkaði EHV Aue um munin til 22-23, men tíverri eydnaðist tað ikki at fáa eitt mál aftrat.

 

EHV Aue er triðaftast í aðru bundesligu við 15 stigum. Bert ein verri málúrtøka skilir teir frá fjórðaftasta plássinum sum gevur eitt nýtt kappingarár í aðru bundesligu. 

 

Komandi mikukvøld spælir EHV Aue á útivølli móti Essen.