Áki toppskjútti hjá EHV Aue við fimm málum

Áki Egilsnes var millum fáu ljóspunktini hjá EHV Aue, ið var fyri stórtapi í kvøld

Áki Egilsnes leggur aftrat og heldur fram við málskjótingini í næstbestu týsku hondbóltsdeildini. Í kvøld skoraði Áki fimm mál fyri og gjørdist toppskjútti hjá liði sínum, EHV Aue.

 

Tíverri var samlaða avrikið hjá EHV Aue einki at reypa av. 

 

EHV tapti á 19-27 fyri Grosswallstadt. Í steðginum var Grosswallstadt á odda 12-10, so tað var serliga í seinna hálvleiki, at tað lá illa fyri hjá EHV Aue.

 

EHV Aue var aftast í deildini við 19 stigum, og var bert tvey stig aftanfyri Grosswallstadt undan dystinum í kvøld. Nú er munurin fýra stig. 

 

EHV Aue hevur bert fimm dystir eftir at leika og nógv skal ganga teirra veg nú um teir skulu sleppa undan at flyta niður í triðbestu deildina.