33 ára gamli havnarmaðurin Áki Joensen, sum er búsitandi í Aalborg, er úttikin til danska landsliðið í koyristólsfótbólti og skal í summar til EM í Írlandi. Hann var ein av 13 leikarum, sum vandu við landsliðnum fram ímóti úttøkuni, og í síðstu viku fekk hann gleðiligu boðini um, at hann er ein av teimum átta útvaldu at umboða Danmark í EM.
Kappingin verður í døgunum 14. til 21. juli í UL Arena í Limerick. Luttakandi londini, umframt Danmark, eru Ongland, Írland, Frakland, Italia, Portugal, Belgia, Eysturríki og Sveis.
Sosialurin hevði í fjør drúgva samrøðu við Áka, og tá segði hann m.a., at hann altíð hevur havt áhuga í fótbólti.
- Eg havi altíð viljað spælt fótbólt. Eg var málmaður tá ið vit spældu bólt í skúlanum, men tá ið eg gjørdist eldri gavst eg við at spæla. Tá ið eg kom til Danmarkar hoyrdi eg um at ein kundi spæla koyristólsfótbólt, og eg hugsaði, at hetta mátti roynast, segði Áki, sum nú hevur spælt koyristólsfótbólt í 10 ár.
Hatta er ikki fyrstu ferð, at Áki fer út í heim at spæla koyristólsfótbólt. Í 2007 var hann nevniliga við danska landsliðnum í HM í Japan. Tá gekst teimum ikki serliga væl, og Áki sigur, at vónirnar eru betri hesaferð.
- Tað er hent nógv hjá okkum síðani tá. Bæði stólarnir og spælið er blivið nógv skjótari, sigur Áki.
Vøllurin í koyristólsfótbólti kann í mesta lagi vera 30 m langur og 18 m breiður. Fýra leikarar eru á hvørjum liði. Málmaðurin tekur vanliga lut í álopsspælinum og tað er ikki óvanligt, at hann eisini skjýtur mál. Mest loyvda ferðin hjá leikarunum er 10 km/t.
Áki er ikki einans á danska landsliðnum í koyristólsfótbólti. Hann er nevniliga eisini á føroyska landsliðnum í boccia. Áðrenn hann fer til fótbóltskappingina í Írlandi, skal hann við boccia-landsliðnum til Kanada at luttaka í BISFed World Open Event í Montreal. Hendan kappingin verður í døgunum 1. til 4. mei.