Akkurát hvørjari lóg er tað Georg L. Petersen og Kalmar Lindenskov eru meldaðir eftir?

Eg dugi onki at síggja í djóraverndarlógini frá 1985 (við broytingum í 1990) um hummarar, sum er tøk fyri øll at lesa inni á www.logir.fo.

Lógin er sjálvandi ikki so spesifikk, at hon sigur júst hvørji djórasløg eru verd. Vit skulu helst hava loyvi til at tulka sum okkum lystir, ha? Eitt áhugavert stendur tó: Tað er ikki loyvt at brúka onnur livandi geisladjór enn fisk til agn (§4, 3). Tað vil siga, at tú kanst brúka livandi fiskar til agn. Harafturat er tað loyvt at lata fisk blíva kroystan til deyðis í einum troli, og tað er loyvt at til stuttleikar hála fiskar runt eftir kjaftinum við einum húki í langa tíð fyri síðani at skrykkja húkin úr aftur kjaftinum og sleppa útlúgvaða fiskinum út aftur (ella? Sí §3 og sig mær so). Eg kann veruliga ikki fyristilla mær, at Føroyar, sum einasta land eg veit um, fer at gera av, at hummari er meira verdur at verja enn fiskur, ella?
Nú hevur onkur idiot funnið útav, at tað er stuttligt at eta livandi hummarar. Eg veit ikki hvussu nógv ein hummari følir, men har er ávíst prógv fyri, at summi krabbadjór kunnu føla pínu. Til dømis, vísa royndir á, at tað kundi sæð út sum at goggukrabbar fáa ilt av at fáa stoyt, og tí halda seg frá skeljum har teir hava fingið stoyt. Hvussu nakar kann halda, at tað ikki er djórapínsla at eta eitt opinbart nakað framkomið djór livandi, gongur yvir mín forstand, men hví halda fólk, at tað er ólógligt? Hummari er eitt ryggleyst djór, og er tí als ikki umfataður av djóraverndarlógini, so vítt sum eg dugi at lesa.
Við øðrum orðum gevur tað absolutt onga meining, at Føroya Rættur ikki bara blakaði sakina burtur, tá tey fingu at vita, hvat hesir báðir vóru meldaðir fyri. Um Føroya Rættur avger, at teir eru sekir í djórapínslu, so hevur Føroya Rættur ein alvorligan forkláringstrupulleika yvir fyri fiskunum. Hvat akkurát er tað sum ger, at fólk halda, at tað er so forferdiligt at eta livandi hummara, meðan tey halda tað er fínasta slag at fiskar, sum eru fastir á húkum, verða etnir livandi av ørðum fiskum? Er tað, sum eg havi tykkum hystadur mistonktar fyri, at so leingi tað ikki er úti í tí opna, so leingi tit kunnu lata sum um tað ikki hendir, og so leingi landið tjenar pengar upp á tað, so ger tað onki? Vit síggja ikki agnfiskin blíva etnan livandi, so tað ger onki. Vit síggja ikki toskarnar blíva kroystar í hel í einum troli, so tað ger onki. Vit síggja ikki sílið doyggja av strongd, eftir at tað er slept út aftur, so tað ger onki.
For hundan fólk! Takið tykkum saman! Antin gevast tit við at rópa upp um hummarar, ella taka tit konsekvensin av tykkara egnu tankagongd, og lata fiskin fáa frið.