Akkurát ikki heiðursmerki

Bogi Kristiansen og Rógvi Johansen endaðu beint uttan fyri heiðursmerkjarøðina í landsavegssúkklingini

 

Súkkling


Vónirnar vóru um heiðursmerki, tá føroysku súkklararnir fóru undir 108 kilometra langu rutuna á landavegnum.

Serliga vóru tað Bogi Kristiansen og Rógvi Johansen, sum kundu gera nakrar skreytir á teininum, og tað var eisini sera nær við, at tað eydnaðist teimum at vinna sær okkurt merki.


Vóru alla tíðina við

Súkklað varð eftir einum níggju kilometra longum teini, sum súkklararnir so skuldi koyra 12 ferðir runt, og longu eftir tveimum umførum, hevði ein lítil bólkur skilt seg frá restini.

Bæði Bogi og Rógvi vóru við í hesum bólkinum, og næstu átta umførini fylgdu teir við í hesum. Tveir súkklarar stungu skjótt av frá bólkinum, og líkt var til, at kappingin hjá hinum fór at snúgva seg um bronsumerki.

Í hesi kapping vóru Bogi og Rógvi við fram til næst seinasta umfar, tá tveir aðrir súkklarar fóru avstað. Bert annar av hesum megnaði tó at halda allan vegin á mál, og bólkurin hjá Boga og Rógva kom sostatt at kappast um fjórða plássið.

Hesa kapping vann Bogi, meðan Rógvi kom a mál sum nummar seks, og alt í alt má hetta metast sum eitt gott úrslit.

Tað skerst tó ikki burtur, at tað er eitt sindur frustrerandi fyri súkklararnar, at teir í báðum teimum fyrstu kappingunum hava tikið sær av fjórða plássinum. Seinasta kappingin hjá teimum verður býarkoyringin, sum er á skránni fríggjadagin.