Akraberg er komin á Fuglafjørð

Í góðveðrinum tíðliga seinnapartin legði Akraberg at í Fuglafirði, har veiðan verður løgd upp

mynd: Eyðun á Lakjuni

Fyri løtu síðani legði Akraberg at í Fuglafirði. Hann fór avstað 3. januar, og síðani hevur hann roynt í russiska partinum av Barentshavinum.

Fiskaríið hevur verið framúr gott. Akraberg hevur roynt í minni enn fýra vikur, og skipið er fulllastað – 850 tons av heysaðum toski. Veiðan verður løgd upp í Fuglafirði.

Manningin telur 24, og skipari henda túrin var Erland Olsen. 

mynd: Eyðun á Lakjuni

mynd: Eyðun á Lakjuni

mynd: Eyðun á Lakjuni

mynd: Eyðun á Lakjuni

mynd: Eyðun á Lakjuni