Aksel er væl nøgdur

Hetta er málið, tey hava sett sær, men hann veit, at tað verður torført

– Eg eri væl nøgdur við úrslitið, men hetta kann fara báðar vegir. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, og formaður Javnaðarfloksins, nú Sosialurin almannakunngerð eina nýggja veljarakanning í blaðnum er á gøtuni í kvøld.

Kanningin vísir, at hevði val verið í dag, hevði Javnaðarflokkurin verið størsti flokkur, og hevði varðveitt sínar átta tinglimir.

Løgingsval verur seinni í ár og Aksel V. Johannesen sigur við FM1, at tey hava sett sær sum mál at varðveita tingmannatalið. Men hann viðgongur, at tað verður torført, men hann heldur, at verður hugt eftir veljarakanningin, er at tað er ómøguligt

Hinvegin vísir hann á, at tað er so lítil munur á flokkunum, at enn ber ikki til at siga nakað, men hansara vón er, at veljarin fer at hugsa um tey úrslit, sum eru rokkin í hesum valskeiðnum, tá ið krossurin skal setast. Og hann heldur, at tað er júst hetta, veljarakanningin ber boð um. 

Hann sigur við FM1, at tað er ringt at siga um tað fer at fáa avleiðingar, at tvey av tingfólkunum, Sonja Jógvansdóttir, og Kristin Michelsen, eru farin úr Javnaðarflokkinum í hesum valskeiðnum.

Vandi er fyri, at tey taka atkvøður við sær, men tað helst altíð so, at tað kann eisini geva flokkinum nakrar atkvøður.