?Kann t.d. taka eitt nokkso feskt dømi, har Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna tók avgerð um, at sjómansskúlin skuldi verða verðandi í Klaksvík og at maskinistarnir skuldu fáa sína útbúgving í Klaksvik. Tá gingu politikarnir í Havnini totalt amok, tí nú fór ein útbúgving úr Havnini, hóast skipsføraraútbúgvingin og maskinmeistarnir framhaldandi skuldu taka útbúgvingina í Havn. Fyri tað at ikki skal vera lygn, skuldi tað vera so fínt at útbúgvingin skuldi uppstigast til bachelor og takast á fróðskaparsetrinum, sum sjálvandi liggur í Havn. So nú verður tað sum í prikinum hjá Jákup Weihe, at tað eitur ikki longur skiparin á rituni, men professarin á rituni. ? ?Nei her var ikki gott skil í, hildu havnapolitikarnir. Ein fekk næstan varhugan av at havnin bleiv fólkatóm og at alt fólkið fór at flýggja til Danmarkar, tí skiparaskúlin bleiv verðandi í Klaksvík. Um eg minnist rætt, so gekk eitt døgn, so komu tey sissandi tíðindini frá mentamálaraðnum til Havnafólk, at nú skuldu brúkast 10 mill innan granskning, hvar ? jú sjálvandi í Havnini, og øll fegnaðust saman við Helenu og Heðin, ja eitt framstig og tað sum við tí tilhoyrir. ? ?So er spurningurin hjá mær í dag Aksel. Hvat fáa vit ístaðin fyri at føðideildin verður flutt úr økinum ? Kunnu vit kanska í morgin vænta, at tað verður ein samrøða við teg í ÚF um, at nú detta 10 milliónir niður í Klaksvík innan sjúkrahúsøkið ? Heilt erligt er nakað annað meira natúrligt enn tað??????????? Ella er hetta rokningin fyri at skiparaútbúgvingin og maskinmeistarnir skulu til Klaksvíkar?
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur?, Býráðslimur í Klaksvík