Nú er greitt, at fimm javnaðarfelg við tilsamans 87 av 143 atkvøðum stuðla Akseli V. Johannesen í at gerast nýggjur formaður í Javnaðarflokkinum.
Í gjár varð boðað frá, at fýra javnaðarfeløg stuðla Akseli Johannesen í at gerast nýggjur formaður. Í kvøld er Norðstreymoyar Javnaðarfelag komið afturat, so nú eru tað tilsamans fimm feløg, sum ætla at velja Aksel V. Johannesen til formann í Javnaðarflokkinum. Tey eru:
Norðoyar Javnaðarfelag við 20 atkvøðum
Eysturoyar Javnaðarfelag við 25 atkvøðum
Norðstreymoyar Javnaðarfelag við 8 atkvøðum
Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag 22 atkvøðum
Vága Javnaðarfelag við 12 atkvøðum
Tey, sum stuðla Heðini Mortensen eru:
Suðuroyar Sunnara Javnaðarfelag við 12 atkvøður
Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag við 8 atkvøðum
Eftir er Suðurstreymoyar Javnaðarfelag við 36 atkvøðum, sum hevur opnan limafund um málið í morgin. John Johannessen segði við útvarpið í kvøld, at hann framvegis er fúsur at stilla upp, um boð verða eftir honum. Men sambært tí, sum higartil er komið fram, kann hann bara fáa stuðul frá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Men hann gjørdi samstundis greitt, at hann stuðlar fult og heilt tí, sum valdur verður til formann.
Freistin at stilla upp valevnið til formansvalið er úti á middegi mikudagin, og á eykalandsfundi leygardagin skal nýggjur formaður veljast.