Aksel og Absalon í finaluni

Innleiðandi umførini í kappingini um FM-heiti vóru spældar hóskvøldið í Badmintonhøllini í Havn.

Nakað sum væntað var onnur semifinalan ímillum Aksel Poulsen og Magnus Gaard, og hin semifinalan ímillum Rógva Poulsen og Absalon Eysturoy.

Aksel vann rættiliga sannførandi á Magnus við settsiffrunum 21-14 21-8. Í fyrsta setti fylgdust Aksel og Magnus upp í hálvt settið, men tá gjørdist styrkimunurin eyðsýniligur og Magnus megnaði ongantíð at hóttað Aksel restina av dystinum. Aksel spældi sera væl og tað verður spennandi at síggja, um tað fer at lukkast honum at vinna FM-heitið hesaferð.

Í hini hálvfinaluni spældu Rógvi Poulsen og Absalon Eysturoy ein rættiliga intensan dyst. Absalon fekk eina betur byrjan enn Rógvi, og sá út til at hava lagt tann rætta taktikkin. Hetta hevði við sær at Rógvi ongantíð fekk sítt vandamikla álopsspæl at koyra í fyrsta setti. Absalon vann setti 21-13. I næsta setti var týðiligt at Rógvi hevði lúrt taktikkin hjá Absalon av, og tá settið var hálvrunnið byrjaði Rógvi spakuliga at draga frá Absalon, og knappiliga var støðan 16-10 til Rógva. Men við einum øgiligum stríðsvilja fekk Absalon bart seg innaftur í dystin og so hvørt sum Absalon hálaði seg inná Rógva, varð týðiligt at Rógvi gjørdist ósikkur og byrjaði at gera feilir, sum hann annars ikki hevði gjørt í hesum settinum. Í einum rættiligum gysaraenda var tað Absalon, ið dróg longsta stráðið, og endaði við at vinna settið 23-21.