Aksel V. Johannesen fimmti

Í dag fyllir formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannsen fimmti

Aksel er sonur Johild og Vilhelm Johannesen, sála, í Klaksvík og er yngstur av fimm systkjum: Líggjas (1964), Signhild (1967), Betuel (1968), Ragna (1970) og Aksel (1972).

Føðingardagsbarnið er uppkallaður eftir abbanum á Hædd, sum í síni tíð var útróðrarmaður í Klaksvík.

Aksel vaks upp á Víkunum. Tók HF prógv í 1997. Sum flestu ungligar royndi hann seg sum fótbóltsspælari í KÍ, har hann var við til at vinna FM heitið í 1991, og í níti árunum spældi Aksel heilt fitt á næstbesta og viðhvørt á besta liðnum.

Eldru beiggjarnir eru óførir sjómenn. Eisini Aksel royndi sjólívið í unglingaárum, tá ið hann var við Jákup B og Klakki og annars arbeiddi fisk á Kósini og á Roykivirkinum og eisini var timburhandlinum.

Við góðum miðnámsprógvi fór Aksel til Keypmannahavnar at lesa løgfrøði. Lestrarárini gekk hann við posti í Keypmannahavn í eini trý ár. Tað gekk tó ikki út yvir lesturin, sum tað gekk skjótt og væl at fáa frá hondini. Eftir lesturin arbeiddi Aksel frá 2004 sum advokatur á Advokatskrivstovuni í Havn, men síðani 17. juli í 2009 hevur hann verið fulltíðar politikari.

Á løgtingsvalinum í 2008 var tað javnaðar var tað javnaðarfelagið í Norðoyggjum, sum stillað Aksel upp. Tað eydnaðist ikki í fyrstu umfari Akseli at vinna løgtingssess. Hann var fyrsti varamaður og var tí ofta at síggja á tingi, nú skipanin við valdømunum var broytt til eitt valdømi.

Tá Hans Pauli Størm mátti leggja frá sær sum landsstýrismaður í heilsumálum, tók Aksel V. Johannesen við sum landsstýrismaður fyrstu ferð tann 20. juli í 2009. Tá so Jóannes Eidesgaard legði frá sær sum formaður í Javnaðarflokkinum og sum fíggjarmálaráðharri, tók Aksel V. Johannesen við sum fíggjarmálaráðharri 20. februar í 2011 og tvær vikur seinni, tann 5. mars í 2011 varð hann valdur til nýggjan formann í Javnaðarflokkinum. Hann tók soleiðis við sum formaður í Javnaðarflokkinum uttan at vera valdur á ting.

Avbjóðingarnar vóru stórar, tí veljarakanningarnar vóru keðiligar fyri flokkin. 

Men valið 29. oktober í 2011 gekk væl, og nakrar vikur undan valinum hevði flokkurin vunnið fólkatingssessin aftur, sum flokkurin misti 10 ár frammanundan. Eftir fýra ár í andstøðu gjørdist Javnaðarflokkurin aftur størsti flokkur á valinum í 2015 – fyri fyrstu ferð síðani 1990.

Aksel gjørdist løgmaður 15. september í 2015 í samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. 

Men á valinum 31. august í 2019 misti samgongan meirilutan, Fólkaflokkurin gjørdist aftur størri enn Javnaðarflokkurin, og samgonga varð skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin.

Veljarakanningar síðani valið í 2019 hava givið flokkinum hjá Akseli góða undirtøku, og á fólkatingsvalinum í síðstu viku fekk flokkurin 28,2 prosent av atkvøðunum. So lítil ivi er um, at Aksel V. Johannesen ætlar sær aftur í landsstýrið.

Aksel er giftur við Katrin Apol og tey eiga tríggjar synir, Luitjen (2006), Elias (2009) og Magnus (2013).