Aksel V. Johannesen hevur nú lagt frá sær sum løgmaður

Í dag fær Jørgen Niclasen samráðingarleiðsluna. Klokkan 13 í dag hittir hann Páll á Reynatúgvu, løgtingsformann, at siga honum, hvønn Fólkaflokkurin mælir til at skula standa fyri samgongusamráðingunum. Settir eru 15 minnuttir av til fundin millum Jørgen Niclasen og Páll á Reynatúgvu.

Síðani møtir Aksel V. Johannesen fyri Javnaðarflokkin, Bárður Nielsen fyri Sambandsflokkin, Høgni Hoydal fyri Tjóðveldi, síðani Jenis av Rana vegna Miðflokkin, Poul Michelsen fyri Framsókn og Kristin Michelsen fyri Sjálvstýrisflokkin.

Aksel V. Johannesen hevur nú formliga lagt frá sær sum løgmaður, men skal virka til nýggjur løgmaður er valdur.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, at hann væntar at kunna geva tí, sum verður tilnevndur samráðingarleiðari boð klokkan 15:30. Tað verður mest sannlíkt Jørgen Niclasen, men kann eisini verða Bárður Nielsen.

Í stýrisskipanarlógini § 28 verður sagt um løgmanstilnevning:

§ 28. Tá ið løgmaður skal verða tilnevndur, boðar løgtingsformaðurin formonnunum fyri flokkunum, ið umboðaðir eru á løgtingi, hvørjum sær til samráðs.

Stk. 2. Innan 10 yrkadagar eftir at fráfarandi løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr embæti, leggur løgtingsformaður uppskot um løgmansevni fyri løgtingið. Um løgtingsval verður, ella løgmaður doyr, gongur freistin ávikavist frá tí degi, fyrsti tingfundur var eftir valið, ella frá tí degi, ið løgmaður doyði.

Stk. 3. Løgtingið skal í seinasta lagi 4. yrkadagin eftir, uttan nevndarviðgerð, greiða atkvøðu um uppskotið. Atkvøður meiri enn helmingur av øllum tingmonnum ímóti uppskotinum, er tað fallið. Annars er tað samtykt.

Stk. 4. Havnar løgtingið uppskoti frá løgtingsformanninum um løgmansevni, boðar formaðurin aftur til samráðs sambært stk. 1 og setir innan 4 yrkadagar eftir, at uppskot hansara var havnað, framaftur uppskot um løgmansevni, sum løgtingið sama dag greiðir atkvøðu um eftir reglunum í stk. 3.

Stk. 5. Um so er, at løgtingið fýra ferðir hevur felt uppskot løgtingsformansins um løgmann, skrivar starvandi løgmaður út nýval til løgtingið.