Akstovuni tørvar hálva millión beinanvegin

Útgerðin, sum ikki er endurnýggjað síðani sýnshøllin varð bygd, má endurnýggjast beinanvegin

Útgerðin í sýnshøllini hjá Akstovuni í Havn er ikki endurnýggjað, síðani høllin varð bygd. Tí hevur Akstovan biðið um eina hálva millión krónur til at endur nýggja sýnsútgerðina.

 

– Útgerðin er ikki endurnýggjað síðani høllin bleiv bygd, og tí er bráðneyðugur tørvur á at fáa útgerðina endurnýggjaða, sigur Akstovan sambært uppskotinmum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2014.

 

Í skrivi frá Akstovuni vísir stovnurin á átta myndir, av sýnshøllini, sum vísa ymsar feilir í sýnshøllini. Sagt verður millum annað, at bremsutestarin er í ringum standi.

 

– Legg til merkis, at góðsið í stálrammuni, sum heldur bremsutestaranum saman, er styrkt við poppnittaðum stáli, tí ramman er tærd og slitin ígjøgnum. Tá bremsurullurnar koyra við hjólunumí, verður testarin útsettur fyri ekstremum dynamiskum ávirkanum, og er styrkin í stálinum ikki lagi, kann ramman geva eftir og gera bremsutestaran óbrukiligan.

 

Trýst á slóðina niðanfyri fyri at síggja myndirnar frá Akstovuni.