Tað var ikki av tilvild, at yvirgangsmenninir søktu at málum í Dahab, tí býurin er eitt av teimum væl umtóktu frítíðarplássunum í Egyptalandi. Málini vóru eisini væl vald, tí tær tríggjar bumburnar brustu beint við tvey av hotellunum í býnum og oyðiløgdu eina kaffistovu, eina matstovu og ein matvøruhandil.
Teir fyrstu tímarnar ljóðaði, at næstan 100 fólk høvdu latið lív, men seinni kunngjørdu egyptisku myndugleikarnir, at atsóknirnar høvdu kravt 23 mannalív, og at 62 onnur vóru særd. Millum tey særdu eru fimm danir. Teirra millum er ein smádrongur, og tíðindastovan AFP skrivaði í morgun, at hann hevði mist annan armin.
Nógvir ísraelsmenn plaga at halda frí í Sharm el-Sheikh og Dahab, og sambært ísraelska uttanríkisráðnum vóru fleiri hundrað ísraelsk ferðafólk í Dahab, tá bumburnar brustu. Beint eftir spreingingarnar beyð Ísrael sær til at senda læknar og bjargingarfólk um markið at hjálpa egyptum, og fleiri ísraelskir bussar komu til Dahab eftir ferðafólki.
Al-Qaeda?
Egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, segði í gjárkvøldið, at tað vóru yvirgangsmenn, sum høvdu søkt at málum í Dahab, men hann nevndi ikki, hvørjir teir kundu vera. Fjølmiðlarnir vistu harafturímóti at siga frá ónevndum embætismonnum, at talan helst var um ein bólk hjá al-Qaeda.
Summir eygleiðarar ivast kortini í, at tað var al-Qaeda. Teir vísa á, at tað finnast sterkar kreftir í Egyptalandi, sum kenna seg kúgaðar av myndugleikunum, og sum hava hótt við yvirgangi. Tað er tí ikki óhugsandi, at tað var onkur tílíkur felagsskapur, sum legði bumburnar í Dahab, halda teir.
Í fjør vóru tríggjar bumbuatsóknir í Egyptalandi. Tann 7. apríl doyðu trý ferðafólk av einari bumbuspreinging í Kairo, tríggjar vikur seinni vórðu sjey fólk særd av einari aðrari bumbu í høvuðsstaðnum, og tann 23. juli drupu fýra bumbur 88 fólk í Sharm el-Sheikh.