Yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda hevur gjørt av við bretan Edwen Dyer, sum bleiv tikin og burturfluttur í afrikanska landinum Niger fyri meiri enn fýra mánaðum síðani Felagsskapurin Site, sum heldur eyga við islamskum heimasíðum, sigur, at al-Qaeda hevur kunngjørt eina fráboðan, har tað stendur, at Edwen Dyer bleiv tikin av døgum tann 31. mai.
Sagt verður, at maðurin bleiv rikin av døgum, tí bretska stjórnin sýtti fyri at gera eftir kravinum frá al-Qaeda um at lata tann muslimska prestin Abu Qatada sleppa úr fongsli.
Bretar vilja vera við, at presturin er fremsti umboðsmaður hjá Osama bin Laden í Evropa.