Alan Walker hevur hugnað sær í Føroyum

Norska superstjørnan hevur vitjað ymsastaðni í Føroyum og verið á flogi við tyrlu

Hesa mynd legði Alan Walker á Instagram í gjár

Longu týsdagin kom Alan Walker til Føroya. Hann skal framføra á Summar Festivalinum í kvøld, men hann vildi hava eyka dagar í Føroyum fyri at uppliva landið. Og tað hevur hann gjørt.

 

Alan Walker og hansara fólk hava verið í føroysku náttúruni. Tey hava siglt, gingið og flogið við tyrlu, og Alan Walker er sera hugtikin av Føroyum. Hann hevur postað fleiri videoupptøkur á Instagram úr Føroyum. Tað er eyðsýnt, at hann er bergtikin av føroysku náttúruni.

 

Alan Walker er ættaður úr Bergen, og hann í fleiri ár ynskt sær at koma til Føroya. Nú er hann fegin um at vera komin higar, og hann ætlar at geva føroyingum eitt ordans show á Vágsbø í kvøld.

 

Alan Walker hevur konsert á Summar Festivailnum kl. 23 í kvøld.

 

Hesa mynd legði Alan Walker á Instagram í gjár