Alan Walker var flúgvandi

Alan Walker hevði show, sum ongantíð áður hevur sæð sín líka í Føroyum

Norski DJ’in og framleiðarin Alan Walker setti nýggjar standardir fyri elektroniskt poppshow í Føroyum, tá ið hann framførdi á Summar Festivalinum í kvøld.

 

Við gjøgnumførdum grafikki, skyggjandi skíggjum, litríkum lasaranum og tónleiki av ovastu tónatindum skapti hann fullkomiliga fantastiska løtu á Vágsbø.

 

Eingin pallur í Føroyum hevur nakrantíð áður verið so væl útgjørdur sum stóri pallur á Summar Festivalinum í ár, og tað sást, tá ið Alan Walker spældi upp á allar tangentar – ljóð, ljós, grafikk, royk, eld og konfetti.

 

Alan Walker er heimskendur DJ og spælir stundum fyri risastórum fjøldum á elektroniskum festivalum – eitt nú á Tomorrowland – men í kvøld hevði hann framførslu, sum ikki hevur sæð sín líka í Føroyum.

 

Alan Walker spældi sínar kendu sangir og blandaði ymiskan annan tónleik uppí – bæði sovorðið, sum hann sjálvur hevur skrivað og framleitt og ymiskt hjá øðrum bólkum.

 

Summar Festivalurin heldur fram fríggjadagin og leygardagin.