Sangstjørnan Alanis Morisette hevur nú almannakunngjørt, at nýggja fløga hennara ?Flavors of Entanglement? fer at koma út 19. mai í ár. Nýggja fløgan, ið er tann sjeynda fløgan frá sangstjørnuni, er skrivað í samstarvi við Guy Sigsworth, ið eisini hevur framleitt fløguna. Sigsworth hevur m.a. áður samstarvað við stjørnur sum Bjørk og Imogen Heap.
Sjálv sigur Alanis Morisette um fløguna:
- Eg skrivi mangan afturlítandi, men henda fløgan er skrivað í nútíðini. Plátan hevur hjálpt mær ígjøgnum fleiri ringar løtur og hvør sangur hevur verið ein bjarging fyri mær.