Alarar óttast nýggjar byrðar

Nógv bendir á, at alivinnan fær nýggj krøv frá politisku myndugleikunum, ið leggja upp til stórar íløgur. Samstundis sum stórar mongdir av laksi skulu slaktast í næstum, er ein nýggj kunngerð á veg, sum krevur íløgur í brunnbátarnar, ið flyta laksin til kryvjivirkini. Alarar siga, at vinnan illa megnar íløguna í løtuni

Onkrir glottar eru at hóma í alivinnuni. Sambært fólkum í vinnuni er marknaðarprísurin hækkaður spakuliga síðstu tíðina, so hann loksins liggur oman fyri framleiðslukostnaðin.
Men júst sum tað er farið at síggja eitt sindur ljósari út, óttast alarar fyri, at nýggj almenn krøv aftur fara at gera tað torførari hjá teimum at fáa tað at bera til. Alarar hava nevniliga fingið boð frá Vinnumálaráðnum um, at ein nýggj kunngerð er ávegis, sum herðir krøvini til brunnbátarnar so nógv, at tað kanska ikki fer at bera til at sigla frá smoltstøðum til alibrúk og frá alibrúkum til slaktistøðini við verandi útgerð.
Ein alari greiðir frá, at kunngerðin fer at krevja íløgur í brunnbátar fyri stórar upphæddir, tí sum er, klára alibrúkini ikki at liva upp til kunngerðina.

Afturlætnir ventilar
Nýggja kunngerðin er ein liður í ætlanini at basa sjúkum í føroyskum alibrúkum. Sum er, kunnu brunnbátar í dag flyta fisk við opnum ventilum. Men kunngerðin leggur upp til, at tað bara skal siglast við afturlætnum ventilum. Tað merkir, at sama vatnið er í lastini alla tíðina.
Alarar, sum Sosialurin hava tosað við, siga kunngerðina vera í lagi, um talan er um sjúkan fisk. Men kravið er alt ov hart, um hon eisini skal fevna um flutning av frískum fiski.
? Her kann vera talan um íløgur fyri milliónaupphæddir, tí talan er um stórar nøgdir av fiski, sum skulu flytast í senn. Vónandi fer hetta ikki at raka okkum soleiðis, at vit koma í kløtur við allan tann fiskin, sum skal slaktast í heyst og í vár, tí tað er avmarkað, hvat alivinnan hevur at arbeiða við í løtuni, sigur ein alari í Eysturoynni.
Kunngerðin kemur illa við, um hon sum ætlað kemur í næstu viku, tí fólk meta, at alifiskur fyri einar 400 milliónir krónur svimur í ringunum, sum skal slaktast rættiliga skjótt.

Ikki komin enn
Tað er fiskadjóralæknin, Bjørn Harlov, sum er meistari fyri kunngerðini, men Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur onga viðmerking til málið í løtuni, tí kunngerðin enn ikki er komin á hansara borð.
? Talan er um tvær kunngerðir, sum ikki eru lýstar enn. Onnur snýr seg um ILA og hin snýr seg um rakstarformar. Eg havi ikki sæð kunngerðirnar enn, men eg vænti at fáa tær á mítt borð fyrsta dagin. Fyrr enn eg havi sæð tær, fái eg ikki gjørt nakra viðmerking, sigur Bjarni Djurholm.
Tað ljóðar, at marknaðarprísurin á laksi er farin upp um 20 krónur í miðal. Selt er fyri 22 krónur kilo hesa vikuna. Framleiðslukostnaðurin er einar 19 krónur í miðal, og tað eru endiliga góð tíðindi fyri alivinnuna, at tað aftur er yvirskot í framleiðsluni av hvørjum kilo av laksi. Tí vóna alarar ikki, at útlitini verða spilt av nýggjum útreiðslum.