Albatrossur vitjar í Mykinesi: - Vit hildu vit sóu yvir okkum

- Vit hava ongantíð borið eyga við nakað líknandi fyrr, sigur Magnus H. Matras

Í gjár vóru Magnus H. Matras, Harry Matras og Mikkjal Thomsen á túri við ferðafólki við teirra fyritøku MMTours í Mykinesi. Aftaná at hava gingið í eina løtu bera teir eyga á okkurt heilt óvanligt í luftini. Teir síggja ein stóran fugl, sum skilir seg út millum allar hinar fuglarnar í Mykinesi.

- Vit hildu, vit sóu yvir okkum. Men so sóu vit, at hetta var ein albatrossur. Tá kom róp í millum øll í fylginum, tí hetta var ein so óvanlig sjón, sigur Magnus H. Matras frá MMTours.

- Vit ganga nógv í føroysku náttúruni, men vit hava ongantíð borið eyga við nakað líknandi fyrr. Tað hevði verið stuttligt, um hann bleiv verandi.

Magnus og hini í ferðaliðnum vóru skjót at taka myndatól upp, og tað bleiv til myndir í stak góðari góðsku. Hetta er allarhelst fyrstu ferð, ein albatrossur er avmyndaður í Føroyum.

##med2##

Ein sjáldsamur gestur í Føroyum

Albatrossurin livir vanliga á sunnara helmingi av jørðini og er sera sjáldsamur um okkara leiðir. Veingirnir eru longri enn á nøkrum øðrum fugli, og flogið kann vera meir enn fýra metrar. Fleiri ymisk sløg av albatrossi eru. 

Í 1860 var ein albatrossur vilstur til Føroyar, og hann tók sær setur millum súlurnar á Mykineshólmi. Mykinesmenn góvu honum navnið súlukongur

Súlukongurin fylgdist við súlunum, tá ið tær fóru um heystið, og kom aftur við teimum á hvørjum vári í 34 ár, áðrenn hann varð skotin. Somu lagnu fekk ein annar albatrossur, sum vitjaði nøkur ár seinni.

##med3##