Albert Ellefsen verður venjari í Fuglafirði

Tað verður Albert Ellefsen, sum fer at standa á odda fyri besta mansliðnum hjá ÍF í 2013.

 

Vágamaðurin, sum hevur stjórnað Vága kommunu sum borgarstjóri seinastu býráðssetu, hevur fyrr verið venjari í Fuglafirði. Tað var í 2008. Síðan hevur hann roynt seg í politikki, men nú fer fótbólturin aftur at seta dagsskránna.

 

Hann hevur eisini fingið seg royndan sum stýrimaður hjá FS Vágum og HB.

 

Albert Ellefsen tekur við sum venjari eftir Flemming Christensen. Kappingarárið í ár hilnaðist væl í Fuglafirði undir leiðslu av danska venjaranum. Fuglfirðingar vóru næstir í røðini tá avtornaði. ÍF var í samráðingum við Christensen í oktober, men tað bar ikki á mál.

 

Sáttmálin hjá Albert Ellefsen er galdandi fyri kappingarárið 2013.

 

(mynd: www.if.fo)