Albert í Horni: Misti hús og son í senn

Nú koma vit til seinasta partin hjá Albert í Horni, sum var pápi Johan. Seinast greiddi hann frá, at hann breyt beinið umborð á einum enskum trolara og varð langdur inn á sjúkrahús í Íslandi í fleiri mánaðir. Hann heldur áfram

Eg kom heim við einum fiska­damp­ara hjá teimum á Gørð­unum. Jógvan Dahl var við sum supercargo. Hann var sera fittur maður. Vit komu so til Vágs. Hetta var ein norskur bátur. Hov­meist­arin umborð var eisini ein sera fittur maður. Eg varð lagdur í eina koyggju, og hann bar mær mat.

Ein eiðismaður kom eisini sjúk­ur heim tann túrin. Eg kendi hann væl, Petur hjá Dánjali. Eg lá so eina nátt í Vági. Har vóru eingir bilar tá. Ein eiðismaður, sum búði í Vági, Marius í Myrðmansstovu, kom so inn til mín morgunin eftir.

Tjaldrið skuldi fara norður til Havnar. Ein dani var skipari. Marius bar meg so á bakinum oman til skipið og umborð. Eg kom at liggja á einum beinki har umborð. Vit fara av Vági til Tvøroyri, har tað var ein steðgur. So skuldu teir hava nakrar møblar upp á Sandi. Hetta tók alt sína tíð. Eg lá á hesum ólukku beinki. Eingin hugdi til mín. Nú kemur ein maður inn. Hetta er Jakku við Stein. Hann kemur at tosa við meg. So spyr hann, um eg hevði fingið nakað at eta. Nei, eingin hevði talað um tað. Tað skuldi hann orðna. Tað var eisini skjótt, at teir komu við einum bakka við mati. Vit lossaðu so allar hesar møblarnar upp á Sandi. Tað var ein lækni, sum skuldi flyta hagar frá Danmark. Vit komu so morgunin eftir á Havnina.

 

Eingin hjálp

Her varð eg so aftur lagdur í eina song við hús. Hetta tók eina langa tíð, tá eg eisini gekk við høkj­um. Alt hetta árið fór sum tað var. Aftur var eingin sosialhjálp av nøkrum slag. Eg hevði lán í húsinum í sparikassanum, tað var upprunaliga kr. 4.000. Og var komið niður á kr. 2.700.

Meðan eg lá, meinti eg, at eg átti dagpengar frá honum, sum hevði skaffað okkum kjans­in og mynstrað okkum við enska trolar­anum. Tað var ein handilsmaður í Havn. Vit høvdu fingið vørur frá handli­num hjá honum. Her vísti kont­oin 1200 krónur til hans­­ara. Eg meinti, at eg átti 1800 krónur til góðar. Tað meinti Janus Djur­­­huus, sum arbeiddi fyri meg, eisini. Men handils­maðurin pástóð, at eg skyldaði honum kr. 1200.

Men hetta fekk eg einki burtur­úr og mátti afturat tí gjalda Janus Djurhuus kr. 200 í ómaksløn. Handils­maðurin gjørdi meg hús­vill­an. Hann fekk húsini seld á tvingsilssølu.

Eg fór so heim í sparikassan at tosa við stjóran. Hann lov­aði, at hann skuldi hjálpa mær. Vit hittast so aftur á dómara­kontóri­num. Tá gekk sparikassin frá sín­um lyfti. Tískil blivu húsini seld.

Hesin handilsmaðurin keypti sjálvur húsini. Tey blivu so seld fyri so mikið nógv, at eg kortini var skuldarfríur. Hetta var á ein hátt ein lætti.

So mistu vit ein drong, hann doyði av lungnabruna. Tá vit komu heim frá jarðarferðini lá eitt bræv á borðinum, at vit skuldu út úr húsinum. So vit máttu út at leiga og tað gjørdu vit í fleiri ár.

 

Fótaði sær aftur

Kommunan keypti Hornagarð, so kundi man søkja um eitt traðar­stykki. Tað gjørdi eg so beinan­vegin. Tað var her úti undir Gráa­steini. Treytin í sáttmálanum var, at man skuldi dyrka fjórðingin av tí. Tá bar til at fáa tað til keyps. Men tað skuldi sýnast fyrst.

Stykkið skuldi eisini hegnast inni. Hetta gjørdi eg, so hvørt eg velti, so eg kundi fáa nøkur epli niður. So fekk mann kúgv og seldi eisini mjólk. Hetta var eisini ein góður stuðul.

Torv hevði eg uppi í Hoyvíks­haga­num, sum eg fekk, tá ið eg giftist. Hetta var langt burtur. Hetta var eitt grúiligt knoss. Tá man var lið­ug­ur at arbeiða var at fara eftir einum torvleypi. Bilar vóru tá, men tað hevði man ikki ráð til.

Steingrim Winther skuldi dekka ósan til á eystaru vág og gera brúnna út undir Hjalla út í Tinganes. Har kom eg at arbeiða. Jens Marius Poulsen í Skopun var formaður hjá honum. Hann dugdi væl at stíla fyri. Hann var eisini álitismaður hjá løgtinginum fyri lendingar og slíkt. Tað var alt klettur út undir Hjalla, og alt skuldi borast við hond. Tað vóru tveir sum sleggjaðu og ein helt borinum. Tað var einki maskinarí. Jampan, Jákup Andreas Arge, var annars ein álitismaður í grótar­beiðinum. Gimme og hann vóru ofta uppá kamp um, hvussu nógv sement skuldi blandast í sandin.

 

Ringar tíðir

30-árini vóru ring alla staðni og ikki minst í Havn. Skipini komu heim og sluppu ikki av við fiskin. Um tað var farið út á fjørð­in, slapst heldur ikki av við tann fiskin. Tað vóru snøgt sagt eingir pengar tá. Timburmenn og málar­ar høvdu sera lítið arbeiði, og hjá arbeiðsmonnum var tað heilt bedrøviligt. Teir einastu, sum fingu nakað vóru teir sum vóru fastløntir. Menn komu oman í Vágsbotn og á Kongabrúnna í eini roynd at fáa arbeiði. Har var fult av fólki, men einki at gera. Tað var eisini ringt at vera arbeiðsformaður og at taka fólk út til arbeiðis. Tað var nærmast hungur. Úti á bygdunum man tað eisini hava verið ringt.

Seinni gjørdist kortini væl av arbeiði. Tá eg arbeiddi hjá Gimmi­num var lønin 90 oyru um tíman.

Eg var eisini við til at knúsa skerv til útflutning til Danmarkar. Har var tað verkfrøðingurin Hans Olavus Jacobsen, sum stóð fyri tí arbeiðinum. Tað var eisini eitt tungt arbeiði. Hetta var í eini tvey ár 1938-39. Men tá Danmark varð tikið av Týsklandi steðgaði hetta av sær sjálvum. Tað var ikki tikið upp aftur eftir kríggið.

Hetta var so í høvuðsheitum søgan hjá Albert. Hann doyði í 1988 og gjørdist 92 ára gamal. Anna doyði í 1993 og gjørdist 97 ára gomul.

Tað verður ein partur eftir av frásøgnini hjá Johan. Tá hava vit eina fína lýsing av lívinum hjá einum feðgum í Havn.