Albert II fúrsti av Monaco vitjaði í Sandavági í kvøld

Albert II fúrsti av Monaco kom til Føroyar við privatflogfari sínum kl. 17:35 seinnapartin. Leiðin av flogvøllinum var løgd beinleiðis til Sandavágs, har fúrstin vitjaði í elstu húsunum í Sandavági (Húsini hjá Niels Jacob), sum Bjørn Kunoy nú eigur.

Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri og Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága Kommunu, heilsaðu uppá fúrstan. Vága Kommuna gav honum eina troyggju í gávu, troyggjan er gjørd hjá Guðrun og Guðrun.

Albert II fúrsti av Monaco heilsaði uppá fólk í Sandavági, sum vóru komin at síggja fúrstan, hann var serliga vinarligur og fyrikomandi í Sandatúni.

Tá ið klokkan var farin væl av 8. fór Albert II fúrsti av Monaco umborð á Norðlýsið, sum lá á Sandavági. Norðlýsið setti kós móti Trøllkonufinguri og haðani undir Hestoynna.