Albert: Pillbýtt reytt kort

ÍF-venjarin tosaði við stórum stavum aftaná 1-2 tapið ímóti Víkingi

Effodeildin: Venjarin hjá ÍF, Albert Ellefsen var ógvuliga bersøgin, tá Tróndur Arge hjá in.fo/Rás2 fekk orðið á hann aftaná 1-2 tapið ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Venjarin skeldaði inná sínar spælarar fyri vánaligan disiplin, har teir fáa fullkomuliga óneyðug kort og útvísingar. Mest vónsvikin var Albert av liðskiparanum, Bartal Eliasen, sum hann hevði brúk fyri at seta fram í álopið, tá Vìkingur fór framum. Men júst tá bleiv Bartal vístur av vølli.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Albert Ellefsen segði við Trónd Arge, aftaná dystin.