Aldarinnar brúdleyp í Vági

Ongin veit um størri brudleyp at siga enn tað, sum var í Vági leygardagin, tá ið tríggjar systrar giftust

 

Tað mundi vera onki minni enn aldarinnar brúdleyp, sum var í Vági leygardagin, tá ið tríggjar systrar høvdu gjørt av at fáa tað skrivligt við menninar sama dag.

Tað vóru tær tríggjar systrarnar Anja, Eyðhild og Heidi Mørk í Vági, sum høvdu gjørt av at halda felagsbrúdleyp.

Ongin Prestur er í Vági. Men Heri Joensen, sum hevur verið prestur í Vági, men nú er í Havn, varð spurdur um hann vildi koma suður at víga pørini, og tað játtaði hann beinanvegin. Hann helt, at tað var stuttligt at vera partur av eini so søguligari løtu í Vágs Kirkju, sum hesari.

Aftaná eina sera hátíðarliga vígslu í eini pyntaðari og fullari kirkju, har Kirkjukórið Ljómur setti ein serligan dám á við tveimum sangum, varð farið vestur í Vágshøll, sum ongantíð hevur verið vakrari pyntað enn tað sama. Á veg úr kirkjuni varð skotið sum á nýggjárinum, bæði við byrsu og við fýrverki.

Í Vágshøll varð borðreitt fyri 620 fólkum við feskari súpan, oksasteik og íslagkøku. Aftaná borðhaldið, sum Torgerð Suðuroy stýrdi, varð dansur næstan til tann ljósa morgun - og tað er leingi hesa árstíðina.