Nógvar eru nevndirnar, men Vágur man vera einasta bygdin í landinum, sum í 30 ár hevur havt eina sokallaða nýggjársnevnd. Hendan nýggjársnevnd kom í lag eftir, at ungir menn í Vági fyri 31 árum síðani settu eld á ein bát á Sandinum í Vági, fyri at gera nakað serstakt burturúr nýggjárshaldinum. Hildið varð, at árskiftið varð hildið heldur óskipað, og tí varð ein nevnd sett at taka sær av nýggjárshaldinum.
Nakað serstakt
Beinan vegin, eftir at nýggjársnevndin var skipað, gjørdist nýggjárshaldið í Vági nakað serstakt. So serstakt er tað vorið, at heilt vanligt er, at nógvir fremmandir gestir koma til Vágs at uppliva hetta serliga nýggjárshald. Sama er galdandi fyri teir mongu vágbingarnir í útlegd, ið leggja nógv fyri, fyri at vera í Vági um ársskiftið.
Nýggjárssøgan
Nú nýggjársnevndin er vorðin 30 ár og vit harafturat stíga inn í eina nýggja øld og eitt nýtt ártúsund, gevur hendan góða nýggjársnevnd út snotuligt blað við søguni um nýggjárshaldið í Vági
Í blaðnum er millum annað frágreiðing frá Hans í Líðini um nýggjárshaldið í Vági, soleiðis sum hann minnist tað. Talan er um eina ógvuliga áhugaverda og livandi frásøgn, ið uttan iva rørir hjartastreingir hjá teimum, ið eru von við nýggjárshald í Vági.
Harumframt hevur blaðið nógvar aðrar áhugaverdar frásagnir um nýggjárshaldið í Vági. Ritstjórnað blaðnum hava Poul Andreasen, Búi Dahl, Dennis Holm og Eivind Veihe. Blaðið fæst í leysasølu kring landið, og er kostnaðurin 50 krónur.