Havn: Í Tilhaldinum hava eldri borgarar møguleika fyri at luttaka í nógvum ymiskum virksemi, bæði innan rørslu, handaligt arbeiði, samveru og menning og annað.
Eitt av hesum tilboðunum er mosjónsrúmið, hvørs útgerð varð keypt eftir stórfingnu gávuna frá Várfestini í 2009.
- Vóru øll hesi tilboðini ikki til, so sótu tey eldru kanska bara heima og stardu út í tóman heim og fingu einki upp í lag, vísir Linda Helen á. - Ja, her fáa tey møguleika fyri einum innihaldsríkum gerandisdegi undir skipaðum umstøðum.
Alt hetta er nakað sum hon ætlar at taka við sær, tá hon, eftir lokna útbúgving, vónandi fær arbeiði á onkrum sambýli á Sandoynni.
- Tað er so gott at síggja, at tey eldru kunnu vera bæði kring og røsk. Og tað er eisini so gott at hoyra tey siga, at tað er ikki keðiligt at blíva gamal, leggur hon aftrat.
GÓÐ VENJING
68 ára gamli, Petur Martin Frederiksen arbeiddi í 35 ár á Tórshavnar Skipasmiðju (nú MEST) og dámar væl at sita við rógvimaskinuna í Tilhaldinum. - Hetta er góð venjing, sigur hann, sum her fær vegleiðing frá Lindu Helenu Winther Olsen, sum lesur til heilsuhjálpara
Mynd: Álvur Haraldsen