Aldurbáran og Guðrun Sólja í Hvalba

Í kvøld verður forvitnislig tónleikaframførsla í Royn Høllini í Hvalba, har eitt nú Aldubáran og Guðrun Sólja fara at framføra Fyri fyrstu ferð í søguni fer Aldubáran á pall saman við Guðruni Sólju Jacobsen. Hetta verður veruleiki í kvøld, tá ið áhugaverd framførsla fer fram í Royn Høllini í Hvalba. Afturvið tónleikinum verður eisini borðhald.

 

Hinir luttakararnir vera Tróndur Enni og Hjalmar Magnussen, umframt at tveir miðnámsskúlanæmingar av Tvøroyri fara at spæla á tvørfloytu.

 

Atgongumerkini verða seld við dyrnar, og kosta tey 100kr. fyri alt kvøldið.