24. oktober fylti Sheffield FC 155 ár. Heimsins elsta fótbóltsfelag er stovnað í 1857. Og tað er júst aldurin, sum hevur æruna av, at felagið er kent millum manna, tí burtursæð frá tí søguliga týdninginum, sum heimsins elsta fótbóltsfelag, so hevur Sheffield FC ógvuliga lítið at vísa á, ítróttarliga.
Liðið spælir í einari fótbóltsdeild, sum svarar til sjeyndubestu fótbóltsdeildina í Onglandi. Um ein ger ein paralel til danskan fótbólt, so svarar tað til, at liðið spælir í seriu 2. Tí man ikki verða so ræðuliga stórur ivi um, at TB verður favorittur til dystin ímóti Sheffield FC, sum annars spældi ein vinardyst ímóti italska liðnum, Inter Milan, tá liðið fylti 150 ár í 2007.
Størsta løtan varð í 1904
Størsta løtan hjá Sheffield FC varð, tá teir vunnu FA Cup steypakappingina fyri amatørlið í 1904. Í 1977 vóru teir í FA Vase finaluni, men taptu. FA Vase er steypakappingin hjá enska fótbóltssambandinum fyri rein amatørlið.
Kortini er felagið partur av »Hall of fame« hjá tí enska fótbóltssambandinum, og felagið hevur eisini fingið eina serliga viðurkenning frá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA.
Heimsins næstelsta fótbóltsfelag liggur eisini í grannalagnum. Hallam varð stovnað í 1860, og verða dystir millum Sheffield FC og Hallam roknaðir fyri at verða heimsins elsta lokaluppgerð. Sheffield FC hevur gjøgnum søguna havt tríggjar spælarar á tí enska fótbóltslandsliðnum. Tó skal sigast, at tann seinasti Sheffield FC spælarin, sum varð tikin út til enska landsliðið æt John Hudson. Hesin spældi ein landsdyst fyri Ongland í 1883.
Charles Clegg varð tó við á tí fyrsta enska landsliðnum, sum spældi tann fyrsta landsdystin í heimssøguni ímóti Skotlandi í 1872. Hesin sami Charles Clegg gjørdist seinni bæði formaður og forseti í tí enska fótbóltssambandinum, FA. Enn eitt dømi um, at tað er 19. øld, og ikki 20. øld ella 21. øld, sum er størsta tíðarskeiðið hjá heimsins elsta fótbóltsfelagi.
Gascoigne spælir við
Gasgoigne spælir við Sheffield FC, sum miðvallari. Tó er ikki talan um legendariska Paul Gascoigne, men Andy Gascoigne. Um hesin er skyldmaður við hin Gascoigne vita vit ikki, men tað kundi hent seg.
Sheffield FC hevur hetta kappingarárið ein hóp uppá 23 mans. 21 av hesum 23 monnunum eru onglendingar. Liðið hevur tveir útlendskar spælarar. Ein walisara, og ein spælara úr Kanada. Liðið hevur tó vunnið eina lokala steypakapping nakrar ferðir.
Í 2010 vann Sheffield FC »Sheffield and Hallamshire Senior Cup« á fimta sinni síðani 1993.
Sheffield FC hevur ein áskoðarakapasitet uppá 2.000 áskoðarar, og kemur fitt av fólki til grannauppgerðirnar hjá liðnum.
Spennandi verður at vita hvussu ein dystur millum heimsins elsta og Føroya elsta fótbóltsfelag fer at enda.