Aldurnar sum raktu vóru sjey metrar høgar

- Eg og familjan klintraðu uppá takið. Haðani sóu vit øll tey mongu, sum stríddust fyri lívinum. Tey skríggjaðu og róptu um hjálp, sigur ein lærari.

Fleiri túsund fólk eru deyð í libyska býnum, Derna, tá ódnarveðrið "Daniel", sum herfyri eisini herjaði í Grikkalandi, eisini rakti Libya sera meint. 

 

Sagt verður, at heilir býarpartar og grannaløg hava latið lív. 

 

Fyri illveðrið hevði Derna umleið 100.000 íbúgvar. Nú verður stúrt fyri, at ein lutfalsliga stórur prosentpartur av fólkinum hevur latið lív í ruðuleikanum.

 

Borgarstjórin í býnum, Abdulmenam Al-Ghaithi, væntar, at eini 20.000 fólk eru deyð. Hann byggir hesa meting á, hvussu nógv grannaløg í býnum púrasta eru burtur.

 

Tað var sunnudagin, at illveðrið rakti Libya, og tað vóru serliga býirnir, Benghazi, Sousse, Al Bayda, Al-Marj og Derna, sum vórðu harðast raktir.

 

Derna er strandarbýur, og her fórust tvær byrgingar, sum elvdu til eina náðileysa vatnflóð.

 

Løgregluovastin í býnum, Ahmed Madroud, sigur, at býurin Derna liggur soleiðis í lendinum, at nógv fólk búðu júst har, sum vatnflóðin kom.

 

Hjálparfólk hava roynt at komið sær fram til býin, men hetta hevur ikki verið lætt, tí undirstøðukervið í økinum er púrasta oyðilagt.

 

##med2##

 

Tey, sum eru komin inn í býin, lýsa ræðuleikarnar, tey hava verið vitni til. 

 

- Her liggja lík allastaðni - inni í húsunum, í gøtunum og á sjónum. Líkamikið, hvar tú vendir tær, sært tú deyðar menn, kvinnur og børn, sigur eitt hjálparfólk, Emad al-Falah nevndur, við AP tíðindastovuna.

 

Sagt verður, at aldurnar, sum raktu býin, vóru uppí sjey metrar høgar.

Ein lokalur lærari, Mohammed Derna, sigur við AP, at hann og familja hansara klintraðu uppá takið á bygninginum, har tey búðu. Her stóðu tey og hugdu niður yvir fólkini, sum stríddust fyri lívinum.

 

- Tey skríggjaðu og róptu um hjálp, leggur hann aftrat.

 

##med3##

 

 

 

Tað var sunnudagin, at illveðrið Daniel rakti Libya og gjørdi feigdina um seg.